Eftirlønargjaldið í 2027 er 6.830 kr.

Eftirlønarútgjaldið í 2027 er 6.830 kr.

Tórshavn 28.09.2026

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin

Tíðindaskriv

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 180 kr. um mánaðin frá 1. januar 2027. Tað svarar til eina hækking 2,7% soleiðis at eftirlønin fer frá 6.650 kr. um mánaðin í 2026 til 6.830 kr. um mánaðin í 2027. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 81.960 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2027.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2025 vóru útgoldnar 728 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2026 er mett til 777 mió. kr. mió. kr. og til 815 mió. kr. í 2027.

Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo

Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Landsbanka Føroya, telefon 360600 ella teldupost malan@landsbankin.fo.